MATBITIN

Elsa Sandberg Nielsen

Lættari gerandisdag

Matkassar við sunnum uppskriftum og frískum vørum

 

Netsølan er ikki virkin enn. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við meg á elsa@matbitin.fo


MATBITIN

Fá ein lættari gerandisdag og bílegg matkassar við vørum og heilsugóðum uppskriftum til døgverðamat allar gerandisdagar. Við hesum tilboðnum sparir tú tíð uppá matætlan og innkeyp.

 

Keyp matkassa

 

Matætlanin er við uppskriftum til 4 ella 5 dagar um vikuna. Matkassin inniheldur tær flestu vørurnar, sum tú skalt brúka. Tó verður tikið hædd fyri gerandisvørum sum t.d. salt, pipar og matolja fyri at minka um matoyðsl. Hesar vørur standa skrivaðar á matætlanini fyri viðkomandi viku. Sum heild verður dentur lagdur á sunnar, nemmar og vælsmakkandi rættir, sum tú sjálv/ur kann gera út frá matkassanum. Uppskriftirnar eru vegleiðandi og tí ber til at gera meira ella minni av døgurðamati alt eftir tørvi. Ein til tveir dagar um vikuna eru fiskadagar. Um avlop er frá matkassanum er tað eitt hugskot at brúka hetta til rættirnar í vikuskiftinum ella til matpakkar fyri at minka um matoyðsl.

Matkassin heintast í Føroya Keypssamtøku í Miðvági, týsdagar frá kl 16. 

 



MATBITIN

Heiðagøta 14

370 Miðvágur

Email: elsa@matbitin.fo

Tlf: +45 42755972

V-tal: 637025


(C) Elsa Sandberg Nielsen 2019

 




Hjemmeside fra NemmeHjemmesider.dk