MATBITIN

Elsa Sandberg Nielsen

Morgunmat

Luksus havragreyt við frískum berum

Tilfar

1 dl havragrýn
2 dl vatn
1 nip av salti
1 spsk hørfræ
35g hindber
35g jordber
15g bláber
40g banan
60g skyr (skógvarber)
10g valnøtir

 

Framferðarháttur

Kóka havragrýn, vatn, hørfræ og eitt nip av salti til tað byrjar at kóka og sløkk undir grýtuni. Koyr havragreytin í eina skál og koyr berini, skona banan, skyr og hakkaðar valnøtir omanyvir. 


Middegismáli

Parmasalat

Tilfar til ein persón

30 g spinat
15 g rucola
20 g parmaskinka
30 g granateplikjarnur
1 lítil portión feta, 20%
1 miðal portión ristaðar og saltaðar mandlir 50 g rugbreyð, við heilum kjarnum

Dressing

1 tsk olivenolja
4 g dijonsinnop
0,5 tsk honning
1 tsk æblecidereddik

 

Framferðarháttur

Steik parmaskinkuna broyska í ovninum á bakipapíri (175C í uml. 10-12 min) Blanda dressingin saman og blanda spinat og rucola í dressingin.

Blanda parmaskinkuna, granateplikjarnurnar, feta, grovthakkaðar mandlir saman í salatina. Smakka til við salti og pipari.

Borðreið salatina við rugbreyð.


Dessert

Frísk ber við vaniljusúrróma

Tilfar til 1 persón

1 neva bláber
1 neva hindber
1 neva jarðber
1 spsk súrróma
1 dims vaniljupulvur ella vaniljusukur
10 g myrk sjokoláta (70%)

Framferðarháttur

Vaska berini, sker jarðber í 4 fjórðingar og koyr í eina skál. Blanda súrróma og vaniljupulvur saman og koyr omanyvir berini. Hakka sjokolátuna og dryssa útyvir dessertina.

 


Jarðbersmoothie

Tilfar

50 g fryst jarðber
1/2 banan
200 dl rís-, mandlu- ella vanliga mjólk
1 nip vaniljupulvur
 
Framferðarháttur
 

Blenda alt tilfari væl saman





MATBITIN

Heiðagøta 14

370 Miðvágur

Email: elsa@matbitin.com

Tlf: +45 42755972

V-tal: 637025


(C) Elsa Sandberg Nielsen 2019

 


Hjemmeside fra NemmeHjemmesider.dk